Smásøluvísitøl

Smásøluvísitalið lýsir gongdina í umsetninginum í smásøluni. Smásøla er søla hjá handlum til privata nýtslu og er býtt í tríggjar vørubólkar:

  • Matur og alkoholfríar drykkjuvørur
  • Klædnavørur og fótbúnaður
  • Búnýti og innbúgv

Umsetningurin verður roknaður sum prís * mongd.

Smásøluvísitalið í ársins prísum, lýsir altso gongdina í umsetninginum. Smásøluvísitalið í føstum prísum verður rokna við at býta smásøluvísitalið í ársins prísum við brúkaraprístalið fyri sama vørubólk. Soleiðis er smásøluvísitalið í føstum prísum, reinsa fyri prísvøkstur og lýsir tí gongina í seldu mongdunum.

Vísitalið verður roknað, líka sum onnur vísitøl: eitt ávíst tíðarskeið verður sett at vera 100.....

Smásøluvísitalið verður uppgjørt í ársins prísum, føstum prísum, árstíðarjavnað og trend.

Mát:

  • Í ársins prísum: Í ársins prísinum merkir at vit hyggja at virðinum á seldum vørum. Uppgjørt í ársins prísum er tað sama sum uppgjørt í nominellum prísum, sum er tað vøran kostar í handlinum. Hetta merkir at allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum er við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.
  • Í føstum prísum: Á hendan hátt ber til at meta um gongdin í nøgdina av seldum vørum. Uppgjørt í føstum prísum merkir at prísvøksturin er drigin frá.
  • Árstíðarjavna: Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar.
  • Trendur: Trendurin lýsir rákið í tølunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.