Ferðavinna

Ferðavinnan í Føroyum verður mátað, sum tal av gistingum á gistingarhúsum, íbúðum/húsum, kampingøkjum og ból & bita, umframt sum ferðafólkaflutningur.

Gistingarnar verða mátaðar soleiðis:

  • Persónsgistinætur: Telur hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur eru hetta 30 persónsgistinætur.
  • Innskrivingar: Telur hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.
  • Kamarsnætur: Telur hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

Fyri innskrivingarnar verður eisini skrásett um talan er um frítíðar- ella starvsferð.