Lønargjaldingar

Framleiðsluvinna

Framleiðsluvinna fevnir um, skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging, umframt orku- og vatnveiting

Lønargjaldingar eru A-inntøkur, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda, og ikki útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.

Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

viðm: Uppgjørt í novembur
viðm: Uppgjørt í novembur