Løgtingsval

Endamálið við løgtingsvali er, at velja tinglimir at sita á Løgtingi. Valskipanin hevur verið rættiliga ymisk gjøgnum tíðirnar. Løgtingsval verða hildin við einum millumbili, sum í mesta lagi er fýra ár.

Núverandi valskipan er lutfalsval millum politiskar flokkar í einum landsumfevnandi valdømi. 33 tinglimir verða valdir. 

Kelda: https://fo.wikipedia.org/wiki/L%C3%B8gtingsval