Fólkatingsval

Tá fólkatingsval er í Danmark, so er tað eisini fólkatingsval í Føroyum og Grønalandi. Føroyingar og grønlendingar velja hvør síni tvey umboð til danska Fólkatingið. Tað eru teir báðir flokkarnir, sum klára at fáa flestar atkvøður, sum vinna fólkatingslimirnir. Tað valevni sum fær flest atkvøður í teimum báðum flokkunum, sum vinna valið, eru vald á Fólkating.

Kelda: https://fo.wikipedia.org/wiki/F%C3%B3lkatingsval_%C3%AD_F%C3%B8royum