Lestrarstuðul

Lestrarstuðulin er til føroyingar, ið lesa í Føroyum og uttanlands. Fleiri ymisk sløg av stuðli eru og krøvini til tann lesandi eru ymisk fyri at vera skikkaði. Eisini ber til at søkja um lestrarlán frá stuðulsveitarunum.

Allur stuðul er uppgjørdur til og við 2009 eftir kalendaraárið, síðani eftir skúlaári, sum er frá 01. august til 30. juni.

Teir vanligastu lestrarstuðlarnir eru:

ÚS-skipanin tils.: Allur stuðul til lesandi í Føroyum og føroyingar, t.e. livikotnaður, innanoyggja ferðastuðul, bókastudningur og vistarhaldsstudningur samanlagt.

Studningur til livikostnað: Verður bert latin lesandi, sum eru 18 ár og eldri.

Ferðastuðul innanoyggja: Verður latin teimum ið nýta Strandfaraskip Landsins, soleiðis at øll gjalda tað sama fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum.

Bókastudningur: Verður latin øllum lesandi undir 18 ár - kr. 3.567 um árið.

Vistarhaldsstudningur: Verður latin lesandi undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið - kr. 2.492 um mðr.

ÚSUN-skipanin: Stuðul til teirra, ið lesa uttanfyri Norðurlond. Vanliga fáa føroyingar, sum danskir ríkisborgarar, stuðul frá SU til livikostnað, bæði í Danmark, Norðurlondum og uttanfyri Norðurlond. Harafturímóti verður skúlagjaldið ofta goldið av Stuðulsstovninum.

Ferðastuðulin: Verður latin lesandi føroyingum uttanlands eina fer árliga.

Verkætlanarstuðulin: Verður latin lesandi føroyingum uttanlands eina fer árliga.

    Tvey sløg av láni eru til føroysk lesandi:

    • ÚS-lán: Lán veitt úr Føroyum.
    • ÚSUN-lán: Lán veitt føroyingum, ið lesa uttan fyri Norðurlond.