Fólkaskúlin

Fólkaskúlin er almenni skúlin, ið bjóðar undirvísing í 9 ára grundskúla og sjálvbodna 10. árið. Harumframt kann landsstýrismaðurin loyva kommunum at stovna 1 árs forskúlaflokkar.

Uppgáva fólkaskúlans er at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, ið stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Mentamálaráðið fyrisitur undirvísingarmál og hevur undir landsstýrismanninum fyrisitingarligt og fíggjarligt eftirlit við fólkaskúlanum, eins og at ráðið hevur ráðleggingina av honum um hendi.

Mentamálaráðið ger uppskot um stevnumið fólkaskúlans og undirvísingina í honum, eins og at ráðið tryggjar, at undirvísingartilfar er tøkt. Eisini hevur Mentamálaráðið eftirlit við, at reglur og áløgd tiltøk og próvtøkur í fólkaskúlanum verða hildin.