Løntakarar

Løntakarar er talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minnsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólkifrá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku.
Sum lønarútgjøld verða bara taldar upphæddir, sum eru løn fyri útinnt arbeiði.
Av tí at útgjaldingar hjá serliga sjófólki kunnu vera óregluligar, telja vit fólk sum løntakarar, hóast tey onga løn fáa í ein ella tveir mánaðar, um tey so aftur fáa løn mánaðan eftir. Somuleiðis verða tey tald uppí, sum fara úr arbeiði vegna barsilsfarloyvi ella sjúku.
Hvønn mánaða eru fleiri, sum fáa lønarinntøku frá ymsum arbeiðsgevarum, men fyri at hvør løntakari bert skal telja við eina ferð hvønn mánaða, verða løntakarar flokkaðir í vinnugrein alt eftir, hvaðani størsti parturin av inntøkuni kom í galdandi mánaða.
Føroyskir løntakarar, sum ikki fáa løn goldna um samtíðarskattaskipanina, verða av skilligum ávum ikki taldir sum løntakarar. Hetta er millum annað galdandi tey, sum sigla í DIS skipanini, ella sum á annan hátt fáa løn goldna uttanlands.
Hesar reglurnar, vit hava hildið okkum til í uppgerðini, eru lagdar soleiðis, at uppgerðin í frægasta mun fylgir reglum frá ILO og tí verður sambærlig við líknandi uppgerðir í øðrum londum.

Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.
Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna: Fevnir um: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking: Fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur: Fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta: Fevnir um: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Trendurin lýsir rákið í løntakarum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í løntakarum.

Viðm: Uppgjørt í novembur
Viðm: Uppgjørt í novembur
Viðm: Uppgjørt í novembur
Viðm: Uppgjørt í novembur
Viðm: Uppgjørt í novembur