Lønargjaldingar

Lønargjaldingar eru A-inntøkur, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda, og ikki útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Vinnugreinabólkar:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna: Fevnir um: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking: Fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur: Fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta: Fevnir um: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

viðm: Uppgjørt í novembur
viðm: Lønir til útlendingar, sum føroyskar fyritøkur gjalda