Arbeiðsloysi

Arbeiðsleys eru persónar, sum eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum. Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

  • Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella meira í mánaðinum.
  • Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í mánaðinum, verða tey sum eru rakt av arbeiðsloysi umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tá er tað Tal av ttímum, ið persónar hava verið arbeiðsleysir, ið er avgerandi.
  • Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Er endamálið at gera altjóða samanberingar av arbeiðsloysi, eru tað tey árliga tølini úr arbeiðsfjøldar kanningini í novembur, sum skulu brúkast. 

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.