Arbeiðsfjøld

Arbeiðsfjøld er altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kunna veita arbeiðsmegi.

Arbeiðsfjøldin fevnir um tveir bólkar,

  • Arbeiðsvirkin: Tey, sum eru løntakarar, eru fyribils úr arbeiði ella arbeiða fyri seg sjálvan. Løntakarar, í hesum føri, eru tey, sum arbeiða fyri løn, vinning ella fongi. 
  • Arbeiðsleys: Tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Persónar uttan fyri arbeiðsfjøldina eru persónar, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys.

Hagtølin innan arbeiðsfjøldina stava frá arbeiðsfjøldarkanningum, ið eru viðtalskanningar gjørdar í novembur á hvørjum ári. Hesi tølini eru ein løtumynd av støðuni á arbeiðsmarknaðinum.

Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.v.s. frá 15 til og við 74 ár.

Øll tøl eru upproknað og rundað til næstu heili tíggu. Tí ber ikki til at eftirrokna samanteljingar ella t.d. at finna talið á arbeiðsleysum sum munin millum arbeiðsfjøld og arbeiðsvirkin.