Stakir uppihaldarar

Stakir uppihaldarar eru tey, ið av ymiskum orsøkum, einsamøll forsyrgja einum ella fleiri børnum.

Stakur uppihaldari kann biðja um at fáa eitt barnagjald útgoldið sum forskot frá Almannaverkinum. Talan er um barnagjald, sum er álagt av Ríkisumboðnum ella einum samsvarandi útlendskum myndugleika eftir lóggávuni um rættarstøðuna hjá børnum.
Almannaverkið krevur forskotsvís gjøld aftur frá tí gjaldsskylduga.