Sjúkradagpengar

Ert tú løntakari, hevur tú rætt til sjúkradagpening, tá ið tú ikki hevur rætt til løn frá arbeiðsgevara í sambandi við óarbeiðsføri vegna sjúku, skaðatilburð ella barnsburð.

Treytin er, at tú heldur ikki hevur rætt til tryggingarendurgjald, barnsburðargjald ella annað tílíkt.

Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki kanst røkja títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini søkja, um tú ert við barn og ymisk árin gera, at tú gerst óarbeiðsfør ella ikki fært røkt títt starv. Somleiðis kanst tú fáa rætt til dagpening, um tað gerst alneyðugt at verða um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella barn. Hevur tú rætt til løn undir sjúku, kannst tú ikki fáa dagpening.

Kelda: http://av.fo/default.asp?menu=376