Pensjónistar

Pensjónistar, í hesum høpi, eru fólk í fáa fólkapensjón, barnaviðbót, pensónliga viðbót, hjálparviðbót og røktarviðbót.

Búfólk á røktarheimum: Fram til og við 2011 var skipanin tann, at búfólk á røktarheimum fingu eina avmarkaða upphædd av fólkapensjónini, meðan røktarheimið hevði tann størra partin sum gjald fyri uppihald. Eftir 2011 fáa búfólkini sína óskerdu fólkapensjón og gjalda fyri seg á røktarheiminum.
 

Fólkapensjón verður tillutað í mun til tal av bústaðarárum í ríkinum. Fullur pensjónspartur merkir eina bústaðartíð upp á í minsta lagi 40 ár. Helvt í pensjónspart ella meira, tó ikki fullan, er pensjónspartur millum 20/40-partar til og við 39/40-partar. Minni enn helvtin merktir 19/40-partar ella minni.

Hesi veitingarsløg eru:

  • Barnaviðbót: kann tillutast fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið hava uppihaldsskyldu fyri børn undir 18 ár. Hetta er sama upphædd sum einsamallir uppihaldarar fáa.
  • Persónlig viðbót: kann tillutast fyritíðar- og fólkapensjónistum við serliga ringum korum.
  • Hjálparviðbót: kann tillutast fyritíðarpensjónistum, sum støgut mugu hava persónliga hjálp frá øðrum. T.d. eru blind ella hava niðursetta sjón.
  • Røktarviðbót: kann tillutast fyritíðarpensjónistum, sum støðugt hava tørv á varandi røkt ella støðuga umsjón, ið ger tað neyðugt, at onnur støðugt eru hjáveranndi.

Allar tøl vera uppgjørd 1. desembur. Í 2014 eru tølini uppgjørd í oktober orsakað av umlegging av KT-skipan hjá Almannaverkinum