Seldu mest til Russlands og keyptu mest úr Danmark

Samhandilin ella samlaði vøruhandilin Føroya við útheimin var 15,8 mia. kr í fjør. Hetta kom av vøruinnflutningi á 7,2 mia. kr. og vøruútflutningi á 8,6 mia. kr. Sostatt var yvirskotið á handilsjavnanum 1,4 mia. í fjør. Innflutningurin er uppgjørdur eftir upprunalandi og útflutningurin er uppgjørdur eftir nýtslulandi.

Beta.hagstova.fo | Gev gætur. Hetta er ein royndarútgáva, og tilfarið á síðuni er tí ikki eftirfarandi.