Royndarsíða - síðan er undir menning. Hevur tú rís ella rós til síðuna, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo

Lønargjaldingarnar 817 milliónir í mars

Meirilutin av lønargjaldingunum útgoldin monnum og munurin veksur ímillum kynini

Lønargjaldingar
817 mió. kr. vóru útgoldnar í lønum í mars mánaði. Tað er 7,6% meiri samanborið við sama mánað í fjør.

Hesin vøkstur gongdin sæst aftur í trendinum, sum hevur vaksi síðani 2013.

 

[px-graph-1]

Lønargjaldingar, kyn
Meiri løn verður útgoldin mannfólki enn konufólki.

Seinasta mánað vóru 519 mió. kr útgoldnar monnum, meðan 298 mió. kr.. vóru útgoldnar kvinnum. Tað merkir at tað samanlagt vóru útgoldnar 42,5% fleiri krónur til mannfólk, samanborið við til konufólk. Handan gongdin hevur verið støðug seinastu 5-6 árini og munurin millum kynin er bara voksin.

[px-graph-2]

Lønargjaldingar, vinnugreinabólkar

Størsti parturin av samlaðu lønarútgjaldingunum verða útgoldnar í privatu og almennu tænastuvinnunum. Næst tænastuvinnunum er fiskivinnan o.o. tilfeingisvinna og síðani byggivinnan o.o. tilvirking.

Trendurin í øllum fýra vinnugreinabólkunum hevur verið positivur síðani ársbyrjan í 2014.
Samanbera vit við samlaðu gongdina í lønargjaldingunum, so er tað serliga vøksturin í byggivinnununi o.a. tilvirking, ið skarar framúr.

[px-graph-3]

 

Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Stutt um trendin
Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í tølunum fyri lønargjaldingarnar. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.
Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í lønartølunum í ávísum mánaða.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

PX Web Graph News
Beta.hagstova.fo | Hevur tú rís ella rós til síðuna, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo