Royndarsíða - síðan er undir menning. Hevur tú rís ella rós til síðuna, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo

Løntakarar

27.227 løntakarar í januar

Støðugur vøksur síðani 2014

Løntakarar

Í januar mánaði vóru 27 tús. løntakarar. Hetta eru áleið 1.500 fleiri enn fyri einum ári síðani.

Hesin vøkstur í løntakarum sæst aftur í gongdini, sum hevur verið støðugt vaksandi síðani ársbyrjan í 2014.

[px-graph-1]

Løntakarar, kyn
52,0% av løntakarum eru mannfólk, meðan 48,0% eru konufólk. Samanborið við fyri 5 árum síðani var hetta býtið 51,0% mannfólk og 49,0% konufólk.

[px-graph-2]

Løntakarar, vinnugeinabólkar

Størstu vinnugreinabólkarnir eru privatu- og almennu tænastuvinnurnar. Har arbeiða ávíkavist 33% og 35% av samlaðu løntakarunum.  Seinastu árini er talið av løntakarum í byggivinnuni voksi nógv og nú arbeiða eins nógvir løntakarar í byggivinnuni, sum í fiskivinnuni.

Hetta sæst aftur  tá vit samanbera við samlaðu gongdina í løntakarum, tí í byggivinnuni er vøksturin í løntakarum lutfallsliga størri í mun til samlaðu gongdina.

[px-graph-3]

 

Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.
 
Stutt um trendin
Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.
Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.

 


Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
 
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
 
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
 
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

Vís temasíðu
PX Web Graph News