Arbeiði

Arbeiðsfjøld er altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið antin eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Tey sum hvørki eru arbeiðsvirking ella arbeiðsleys, eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin.

Ein arbeiðsvika er vanliga tímatalið eina fulla arbeiðsviku. Í Føroyum er ein vanlig arbeiðsvika 40 tímar, men í sáttmála millum partarnar kann arbeiðsvikan verða styttri.

Arbeiðstøða kann vera:

  • løntakari
  • arbeiðsgevari
  • sjálvstøðugur vinnurekandi
  • hjálp í familjufyritøku
  • ongantíð arbeitt

Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.v.s. frá 15 til og við 74 ár.

Ein fólkateljingar geva okkum eina løtumynd av samfelagnum ein ávísan dag.