Livialdur

Væntaður miðal livialdur er, hvussu leingi vit vænta 0-ára gomul í miðal fara at liva.

Væntaður miðal livialdur verður roknaður sum talið av árum, ein persón í miðal kann væntast at liva, so sum deyðatíttleikin er fyri fólk í ymiskum aldri. Vanligt er at uppgeva væntaðan livialdur fyri 0-ára gomul, t.v.s. fyri tey sum eru fødd í uppgerðarárinum. Væntaður livialdur verður eisini roknaður fyri 15, 50 og 65 ára gomul og nevnist tá ofta miðal restlivitíð.

Tey árligu tølini sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Livialdurin verður tí javngjørdur fyri at fáa meira rættvísandi mynd av veruligu gongdini. At tølini eru javngjørd, merkir at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngeringin er gjørd við 'lowess' mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).

Tølini fyri 1966-1985 eru 5-árlig miðaltøl frá Danmarks Statistik. Hesi tølini eru ikki javngjørd og eru bara roknað fyri hvørt kynið sær.

Vísitøl lýsa prosent-vísu gongdina í einum talraði. Á handan hátt ber til at rokna øll tøl um til prosenttøl. 

Háttalagið er at velja eitt støðistal, sum verður sett at vera 100, soleiðis at øll onnur tøl í talraðnum eru prosentir av støðistalinum.

Vísitøl verða aloftast nýtt til at lýsa gongdina eitt ávíst tíðarskeið. Tá verður eitt ávíst ár valt sum støðisár, soleiðis at gjørligt er at meta um gongdina, síðani støðisárið.

Hugtøk:

  • Máldur livialdur er væntað lívslongd hjá nýføddum, roknað sum miðallivilongdin hjá einum hugsaðum árgangi, har tað doyr burturav samsvarandi deyðatíttleikanum í einum ávísum ári. Sí síðuna Deyð at lesa meiri um deyðatíttleikar.
  • Javngjørdur livialdur merkir at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngeringin er gjørd við 'lowess' mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).
  • Restlivitíð er tann væntaði livialdurin sum 15, 50 og 65 ára gomul í miðal fara at liva.
  • Vísitøl lýsa prosent-vísu gongdina í einum talraði. Á handan hátt ber til at rokna øll tøl um til prosenttøl. 
viðm: Verður ikki dagførdur automatiskt.