Vígslur og skilnaðir

Kirkjuligar- og borgarligar vígslur eru allar vígslur, óansæð um fólkini búgva í Føroyum ella útlandi.

Skilnaðir eru bert skilnaðir, har annar parturin er skrásettur at búgva í Føroyum.

Eindin "fyri hv. 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini eru óheft av t.d. fólkatali, aldurssamanseting, kynsbýti v.m. Á hendan hátt ber til at samanbera t.d. tíðarskeið við ymiskum fólkatali, ymisk lond v.m.