Ríkisborgaraskapur

Ríkisborgaraskapur hjá øllum, sum eru skráset at búgva í Føroyum.

Ríkisborgaraskapur ella heimarættur tryggjar borgarunum grundleggjandi rættindi og skyldur, m.a. viðvíkjandi uppihaldi og arbeiði, valrætti og valbæri, rætt til veitingar og tænastur í vælferðarskipanum í Føroyum, umframt tey rættindi, ið fylgja við ríksins sáttmálum við onnur lond. Sum borgarar í danska ríkinum hava danir, føroyingar og grønlendingar ein og sama ríkisborgaraskap. 

Hav í huga, at ríkisborgaraskapur og føðiland ikki er tað sama, t.d. eru allir føroyingar, uttan mun til hvar teir eru føddir, skrásettir sum danskir ríkisborgarar.

Viðm: Uppgjørt 1. januar
Viðm: Uppgjørt 1. januar
Viðm: Uppgjørt 1. januar
Viðm: Uppgjørt 1. januar
Viðm: Uppgjørt 1. januar