Framrokning

Framrokning av fólkatalinum verður gjørd við støði í føði- og deyðatíttleikanum og til- og fráflytingini síðani 1985.

Framrokningar eru merktar av stórum óvissum og tí verða sannlíkindaframrokningar nýttar. Sannlíkindaframrokning merkir at 10.000 framrokningar verða gjørdar við støði í nettoflyting, føðitíttleika og deyðatíttleika.

Hesar 10.000 framrokningar verða brúktar til at vísa sannlíkindini í framrokningunum:

Tað eru 95% sannlíkindi fyri, at framroknaða fólkatalið liggur millum lægra95 og hægra95
Tað eru 90% sannlíkindi fyri, at framroknaða fólkatalið liggur millum lægra90 og hægra90
Tað eru 80% sannlíkindi fyri, at framroknaða fólkatalið liggur millum lægra80 og hægra80
Miðvirði er mittasta av teimum 10.000 framrokningunum.

Vísitøl lýsa her prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.

Forsyrgjarabyrðan lýsir lutfallið ímillum børn, ung og gomul, í mun til tann aldursbólkini, sum í størri mun er partur av arbeiðsfjøldini, tey 16 til 66 ára gomlu. Tá forsyrgjarabyrðan er 1, eru líka nógv 16-66 ára gomul, sum restin av fólkinum tilsamans.