Fødd

[px-graph-10]Í føðitalinum telja livandi fødd børn, sum eru skráset at búgva í Føroyum føðidagin.

Hagtøl um fødd fevna um føðital og føðitíttleikar. Føðitíttleikin verður lutvíst roknaður í mun til alt fólkatalið, t.e. sum tal av føddum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, og lutvíst í mun til talið av kvinnum í burðarførum aldri, t.e. 15-49 ár. Hesi mát vera brúkt:

  • Aldursføðitíttleiki: Talið av børnum, fødd á lívi fyri hvørji 1.000 konufólk í tí ávísa aldursbólkinum.

  • Samlaður føðitíttleiki: Talið av børnum, sum 1.000 konufólk høvdu borið í heim í sínum lívi, um:

    • tær í øllum sínum barnburðaraldri føða sama tal av børnum sum aldursføðitíttleikin fyri aldursbólkin sigur tað árið

    • eingin teirra doyr áðrenn 50-ára dagin

Móðuralduri er settur sum tann alduri mamman hevði við ársenda tað árið hon føddi.

Eindin "fyri hv. 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini eru óheft av t.d. fólkatali, aldurssamanseting, kynsbýti v.m. Á hendan hátt ber til at samanbera t.d. tíðarskeiðir við ymiskum fólkatali, ymisk lond v.m.

viðm: Mánaðarlig tøl