Deyð

Í deyðatalinum telja deyð, sum eru skráset at búgva í Føroyum deyðadagin.

Hagtøl um deyð fevna um deyðatal og deyðatíttleika. Deyðatíttleiki verður lutvíst roknaður sum tal av deyðum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar og lutvíst sum tal av deyðum í hvørjum aldursbólki í mun til talið av fólki í somu aldursbólkum. Úr hesum seinna verður eisini roknaður miðal livialdur, sí LIVIALDUR.

Eindin "fyri hv. 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini eru óheft av t.d. fólkatali, aldurssamanseting, kynsbýti v.m. Á hendan hátt ber til at samanbera t.d. tíðarskeið við ymiskum fólkatali, ymisk lond v.m.

viðm: Mánaðarlig tøl