Burðaravlop

Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð.

Annar høvuðstátturin í gongdini í fólkatalinum er burðaravlopið. Hin er flyting millum Føroyar og útland. Burðaravlopið verður eisini kallað natúrligi fólkavøksturin, tí hetta er tað sum fólkatalið veksur, um javnt er millum til- og fráflyting.

Burðaravlopið verður roknað í tali og fyri hvørjar 1.000 íbúgvar.

Eindin "fyri hv. 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini eru óheft av t.d. fólkatali, aldurssamanseting, kynsbýti v.m. Á hendan hátt ber til at samanbera t.d. tíðarskeið við ymiskum fólkatali, ymisk lond v.m.