Uttanlandsflyting

Uttanlandsflyting er flyting til og úr Føroyum.

Nettoflyting er munurin ímillum tilflyting og fráflyting. Tá fráflytingin er størri enn tilflytingin er nettoflytingin negativ. Tað er nettoflyting saman við burðaravlopi, ið avgerð gongdina í fólkatalinum. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð.

Fólk, ið flytir úr útlondum til Føroya, skal boða bústaðarkommununi í Føroyum frá, sum skrásetur flytingina og boðar Landsfólkayvirlitinum frá. Sama er við eini flyting úr føroyskari kommunu til útlond.