Innlendisflyting

Innlendisflyting er flyting millum bygdir, kommunur, økir, sýslur og oyggjar í Føroyum.

Tá fólk flyta úr einum bústaði í annan, verður tað skrásett sum flyting. Í hagtølum verður innlendisflyting gjørd upp sum flyting millum ávikavist bygdir, kommunur, høvuðsøki, sýslur og oyggjar. Fyri alt landið samantalt er innlendis fráflyting eins stór og tilflyting.

Nettoflyting er munurin ímillum tilflyting og fráflyting. Tá fráflytingin er størri enn tilflytingin er nettoflytingin negativ.