Lønargjaldingar

Tilfeingisvinna

Tilfeingisvinna fevnir um, landbúnað, fiskiskap, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinnu, fiskavøruídnað og ótilskilað v.m.

Hvat er løn?

  • Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Sostatt telja útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum ikki við her.
  • Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Hugtøk:

  • Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.
  • Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í lønargjaldingunum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Sí eisini síðurnar Løntakarar í tilfeingisvinnuni og Lønargjaldingar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna: Fevnir um: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking: Fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur: Fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta: Fevnir um: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur