Fiskiveiða

Heildarfiskiveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum, fiskað á øllum leiðum.

Tølini til heildarveiðuna koma úr ymsum skipanum, sum Fiskimálaráðið ger upp. Hagtøl um heildarveiðuna, sum eru tøk út ímóti sumri árið eftir, eru gjørd upp sum livandi vekt ella rund vekt, sum tað eisini verður kallað.

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan, tí meginparturin av tí, sum føroysk skip avreiða feskt fer um hesa skipan. Kortini er hetta ikki heilt rætt, tí eitt nú svartkjaftur verður ikki taldur uppí her, hóast hann er feskur tá hann verður avreiddur. Avreiðingarskipanin umfatar kortini allan tann feska botnfisk, flundrufisk og annan fisk, sum veiddur verður á føroyskum sjóøki.

Hugtøk og viðmerkingar:

  • Heildarveiðan: Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES-økjum. Føroyskt sjóøki er eisini í ICES-IIa, -Iva og -Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veidd í føroyskum øki.
  • Tons ósløgd merkir at tað er livandi vektin á fiskinum, áðrenn nakra tilvirkan.
  • Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, t.e. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Heildarveiðan er ikki uppgjørd í 2000