Smásøluvísitøl

Smásøluvísitalið lýsir gongdina í umsetninginum í smásøluni. Umsetningurin verður roknaður sum prís ferðir mongd. Smásøla er søla hjá handlum til privata nýtslu og er býtt í tríggjar vørubólkar:

  • Matur og alkoholfríar drykkjuvørur
  • Klædnavørur og fótbúnaður
  • Búnýti og innbúgv

Smásøluvísitalið í ársins prísum, lýsir altso gongdina í umsetninginum. Smásøluvísitalið í føstum prísum verður roknað við at býta smásøluvísitalið í ársins prísum við brúkaraprístalið fyri sama vørubólk. Sostatt er smásøluvísitalið í føstum prísum, reinsað fyri prísvøkstur og lýsir tí gongina í seldu mongdunum.

Hugtøk:

  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • Ársins prísir merkir, at vit hyggja at virðinum á seldum vørum. Í ársins prísum er tað sama sum í nominellum prísum, sum er tað vøran kostar í handlinum. Tá er allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.
  • Í føstum prísum merkir reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum. Smásøluvísitalið í føstum prísum verður roknað við at býta smásøluvísitalið í ársins prísum við brúkaraprístalið fyri sama vørubólk.
  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri