Lønargjaldingar

Tænastuvinna

Tænastuvinna fevnir um handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutningur, flutningur annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan, landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar, undirvísing og heilsu- og almannaverk.

Hvat er løn?

  • Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Sostatt telja útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum ikki við her.
  • Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Hugtøk:

  • Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.
  • Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í lønargjaldingunum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Sí eisini síðurnar Løntakarar í tænastuvinnuni og Lønargjaldingar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna: Fevnir um: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking: Fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur: Fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta: Fevnir um: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur