Ferðavinna

Ferðavinnan verður mátað, sum tal av gistingum á gistingarhúsum, íbúðum/húsum, kampingøkjum og ból & bita, umframt sum ferðafólkaflutningur.

Hugtøk:

  • Persónsgistinætur telja hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur eru hetta 30 persónsgistinætur.
  • Innskrivingar telja hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett um talan er um frítíðar- ella starvsferð.
  • Kamarsnætur telja hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Mánaðarlig tøl