Løntakarar

Framleiðsluvinna

Framleiðsluvinna fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, annan ídnaða, bygging, umframt orku- og vatnveiting

Hvat er ein løntakari?

  • Løntakarar er talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina.
  • At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
  • Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki frá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku.
  • Løn fevnir bara um útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Hugtøk:

  • Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.
  • Trendurin lýsir rákið í løntakarum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í løntakarum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.

Sí eisini síðurnar Lønargjaldingar í framleiðsluvinnuni og Løntakarar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna: Fevnir um: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking: Fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur: Fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta: Fevnir um: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

Hvønn mánaða eru fleiri, sum fáa lønarinntøku frá ymsum arbeiðsgevarum, men fyri at hvør løntakari bert skal telja við eina ferð hvønn mánaða, verða løntakarar flokkaðir í vinnugrein alt eftir, hvaðani størsti parturin av inntøkuni kom í galdandi mánaða.
Føroyskir løntakarar, sum ikki fáa løn goldna um samtíðarskattaskipanina, verða ikki taldir sum løntakarar. Hetta er millum annað galdandi tey, sum sigla í DIS skipanini, ella sum á annan hátt fáa løn goldna uttanlands.
Hesar reglurnar, vit hava hildið okkum til í uppgerðini, eru lagdar soleiðis, at uppgerðin í frægasta mun fylgir reglum frá ILO og tí verður sambærlig við líknandi uppgerðir í øðrum londum.

Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturúr?

Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí verða teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki, í uppgjørda mánaðinum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur
Viðm.: Uppgjørt í novembur