Ognar- og kongsjørð

Kongsjørð er jørð, sum tað almenna eigur, meðan ognarjørð er jørð, sum fólk eigur. Ognarjørð verður eisini rópt óðalsjørð.

Markatalsbygdirnar eru upprunabygdirnar í Føroyum. Hesar bygdirnar eru 85 tær elstu, ið eru nevndar í gomlum jarðarbókum. Tær bygdir, ið ikki eru markatalsbygdir, eru niðursetubygdir og eru yngri búsetingar enn markatalsbygdirnar.

Ognar- og kongsjørð verður uppgjørd í mørkum, gyllin og skinnum. Ymiskt er hvussu stórar merkur eru, tá hesar vera roknaðar í fermetrum. Tó er altíð galdandi at 1 mørk eru 16 gyllin, meðan 1 gyllin eru 20 skinn.

Rotate phone
Vend telefonini,
so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Roknað av heilum mørkum
Viðm.: Roknað av heilum mørkum