Framrokning

Framrokningarnar av BTÚ eru gjørdar við støði í búskaparmyndlinum hjá Hagstovuni. Fortreytir til framrokningina eru ásettar í samstarvi millum Hagstovuna og Búskaparráðið.

Eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum er bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, sum er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði. BTÚ í føstum prísum er eitt mát fyri búskaparligu gongdina, t.e. vøksturin, tá prísvøkstur er roknaður frá. Hagstova Føroya hevur onga slíka fastprísuppgerð av tjóðarroknskapinum.

Hugtøk:

  • Í ársins prísum er tað sama sum í nominellum prísum, sum  er tá allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum er við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.

Sí eisini BTÚ.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir