Arbeiðsfjøld

Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kunna veita arbeiðsmegi.

Arbeiðsfjøldin fevnir um tveir bólkar,

  • Arbeiðsvirkin: Tey, sum eru løntakarar, eru fyribils úr arbeiði ella arbeiða fyri seg sjálvan. Løntakarar, í hesum føri, eru tey, sum arbeiða fyri løn, vinning ella feingi. 
  • Arbeiðsleys: Tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Hugtøk:

  • Tey uttan fyri arbeiðsfjøldina eru persónar, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys.
  • Hagtølini um arbeiðsfjøldina stava frá arbeiðsfjøldarkanningum, ið eru viðtalskanningar gjørdar í novembur á hvørjum ári. Hesi tølini eru ein løtumynd av støðuni á arbeiðsmarknaðinum.
  • Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.v.s. frá 15 til og við 74 ár.

Sí eisini síðunar Løntakarar, Arbeiðsloysi og Lønargjaldingar.

Øll tøl eru upproknað og rundað til næstu heili tíggu. Tað ber tí ikki til at eftirrokna samanteljingar ella t.d. at finna talið á arbeiðsleysum sum munin millum arbeiðsfjøld og arbeiðsvirkin.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri