Pensjónistar

Pensjónistar í hesum høpi eru fólk, ið fáa fólkapensjón, barnaviðbót, pensónliga viðbót, hjálparviðbót og røktarviðbót, og har afturat fyritíðarpensjónistar.

Fólkapensjón verður tillutað  í mun til tal av bústaðarárum í ríkinum. Fullur pensjónspartur merkir eina bústaðartíð upp á í minsta lagi 40 ár. Helvt í pensjónspart ella meira, tó ikki fullan, er pensjónspartur millum 20/40-partar til og við 39/40-partar. Minni enn helvtin merktir 19/40-partar ella minni.

Hesi veitingarsløg eru:

  • Fólkapensjón: kann tilluttast øllum 67 ára gomlum og eldri.
  • Barnaviðbót: kann tillutast fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið hava uppihaldsskyldu fyri børnum undir 18 ár. Hetta er sama upphædd, sum einsamallir uppihaldarar fáa.
  • Persónlig viðbót: kann tillutast fyritíðar- og fólkapensjónistum við serliga ringum korum.
  • Fyritíðarpensjón: kann tillutast eftir umsókn. Tað eru trý veitingarsløg: lægsta, miðal og hægsta fyritíðarpensjón, umframt avlaminsveitingar. Frá 67 ára aldri skiftir fyritíðarpensjón til fólkapensjón.
  • Hjálparviðbót: kann tillutast fyritíðarpensjónistum, sum støðugt mugu hava persónliga hjálp frá øðrum. T.d. eru blind ella hava niðursetta sjón.
  • Røktarviðbót: kann tillutast fyritíðarpensjónistum, sum støðugt hava tørv á varandi røkt ella støðuga umsjón, ið ger tað neyðugt, at onnur støðugt eru hjáverandi.

Hugtøk:

  • Kynsbýtið er prosentbýtið ímillum mannfólk og konufólk

Øll tøl vera uppgjørd 1. desembur. Í 2014 eru tølini uppgjørd í oktobur orsakað av umlegging av KT-skipan hjá Almannaverkinum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri