Royndarsíða - síðan er undir menning. Hevur tú rís ella rós til síðuna, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo

Verkstovur

Hagstova skipar regluliga fyri verkstovum. Høvuðsendamálið við verkstovunum er at læra at brúka hagtalsgrunnin og hagtøl sum arbeiðsamboð.

Á verkstovunum verða hesi evni gjøgnumgingin:

  1. Endamálið við Hagtalsgrunninum
  2. Hagtalsøki í Hagtalsgrunninum
  3. Uppbygnaður og hvussu leiti eg
  4. Uppgávur
  5. Goym fyrispurning og leita fram aftur
  6. Hagtalsgrunnar í øðrum londum
  7. Hagvarpið - beinleiðis hagtøl á kunningarskíggjan

Í hagtalsgrunninum er vitan savnað um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagstovan arbeiðir støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka. Verkstovurnar eru ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. 

Um áhugi er, kann Hagstovan skipa fyri verkstovu ber til at senda ein fyrispurning umvegis teldupost til hagstova@hagstova.fo.