Royndarsíða - síðan er undir menning. Hevur tú rís ella rós til síðuna, ert tú vælkomin at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo

Bóklingar

Faroe Islands in Figures 2019/2020

Í hesum faldara, ið bert er á enskum, finnast tey týdningarmestu hagtølini um føroyska samfelagið í talvum og grafum.

Tað eru hagtøl um landafrøðina, veðrið, íbúgvaviðurskifti, arbeiðsmarknað, vinnu, mentan, samskifti, samhandil, búskap o.a. Eitt yvirlit er eisini við lyklatølum fyri øll Norðanlond. Hagtalsgrunnurin verður dagførdur regluliga, so møguliga eru nýggjari tøl at finna har.

 

Nordic Statistics 2017

Norðurlanda Ráðharraráðið hevur í samstarvi við norðurlendsku hagstovurnar gjørt ein dátugrunn, NORDIC STATISTICS, við nógvum tølum um norðurlendsk samfelagsviðurskifti.

Umframt grunnin verða faldarar gjørdir, har grafar og talvur á ein greiðan hátt vísa hvar norðurlondini sínámillum líkjast ella víkja frá. Faldararnir kunnu eisini bíleggjast á heimasíðuni.