Livialdur

Roknaður livialdur er, hvussu leingi 0-ára gomul høvdu livað í miðal, um deyðatíttleikin var óbroyttur.

Vanligt er at uppgeva roknaðan livialdur fyri 0-ára gomul, t.e. fyri tey sum eru fødd í uppgerðarárinum. Roknaður livialdur verður eisini roknaður fyri aðrar aldursbólkar og nevnist tá ofta miðal restlivitíð.

Tey árligu tølini sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Livialdurin verður tí javngjørdur fyri at fáa eina meiri rættvísandi mynd av veruligu gongdini. At tølini eru javngjørd merkir, at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngeringin er gjørd við 'lowess' mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).

Tølini fyri 1966-1985 eru 5-árlig miðaltøl frá Danmarks Statistik. Hesi tølini eru ikki javngjørd og eru bara roknað fyri hvørt kynið sær.

Hugtøk:

  • Máldur livialdur er roknað lívslongd hjá nýføddum, roknað sum miðallivilongdin hjá einum hugsaðum árgangi, har tað doyr burturav samsvarandi deyðatíttleikanum í einum ávísum ári.
  • Javngjørdur livialdur merkir, at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngeringin er gjørd við 'lowess' mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).
  • Deyðstíttleiki er tal av deyðum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar
  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini eru óheft av fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
  • Restlivitíð er, hvussu nógv ár ymiskir aldrar í miðal kunnu roknast at liva afturat.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.

Sí eisini Deyð.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí hugtøk omanfyri
Viðm.: Sí hugtøk omanfyri