Fosturtøkur

Fosturtøkur eru framdar fosturtøkur, har mamman er skrásett at búgva í Føroyum.

Hugtøk:

  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrilit fyri munir í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
  • Fosturtøkutíttleiki í hvørjum aldri er tal av fosturtøkum fyri hvørji 1.000 konufólk í sama aldri. Móðuraldurin er settur sum tann aldurin, mamman hevði við ársenda tað árið, fosturtøkan varð framd.
  • Samlaður fosturtøkutíttleikin er tað talið av fosturtøkum, sum 1.000 konufólk høvdu fingið í sínum lívi, um tær í øllum sínum barnburðaraldri fingu sama tal av fosturtøkum sum fosturtøkutíttleikin fyri aldursbólkin er uppgerðarárið, og eingin teirra doyði fyri 50-ára dagin.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí hugtøk
Viðm.: Sí hugtøk
Viðm.: Sí hugtøk