Roknskaparlyklatøl

Fíggjarstøðan hjá vinnuni er lýst út frá roknskaparhagtølum hjá fyritøkum í Føroyum.

Vinnan er býtt í tríggjar bólkar:

  • Tilfeingisvinnan
  • Framleiðsluvinnan
  • Tænastuvinnan

Hugtøk:

  • Rakstraravkast í %  er úrslit áðrenn fíggjarpostar / (Nettosøla + Broyting í goymslu og øðrum inntøkum) * 100
  • Ognarumferð  er nettosøla / Ognir tilsamans
  • Ognaravkast í % er úrslit áðrenn fíggjarpostar / ognir tilsamans * 100
  • Eginpeningsavkast fyri skatt í % er úrslit eftir rentur, men áðrenn kapitalpartar og skat / Eginpening * 100
  • Trygdarevni í %  er Eginpengur / Ognir tilsamans * 100
  • Roknskapardekningur í % er lønargjaldingar hjá fyritøkum, har roknskapurin er lagdur inn í skipanina / Lønir hjá øllum fyritøkum * 100
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri