Rakstur

Raksturin hjá vinnuni er lýstur út frá roknskaparhagtølum hjá fyritøkum í Føroyum.

Vinnan er býtt í bólkar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Yvirskipað er talan um tríggjar  vinnugreinabólkar, sum síðani eru bólkaðir í smærri eindir:

  • Tilfeingisvinnan
  • Framleiðsluvinnan
  • Tænastuvinnan

Gevið gætur, vinnugreinabýtið bólkar fyritøkur eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu.

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partar av geiranum vinnufyritøkur undantikið tær almennu vinnufyritøkurnar, t.d. apoteksverkið og rúsdrekkasølan. Einstaklingsvirkir, sum eru partar av húsarhaldsgeiranum, og fíggjarfyritøkur, sum eru partar av geiranum fíggjarfyritøkur, eru ikki við í hesum hagtølum. Harumframt er virksemi hjá oljufeløgunum á føroyska landgrunninum ikki við.

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnubólkunum og ikki at gera dupulteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í rakstrarúrslitið hjá vinnufyritøkunum.

Undirbólkingarnar í vinnugreinabólkunum er:

  • Tilfeingisvinnan
    • Feskfiskaveiða
    • Onnur fiskaveiða
    • Fiskaaling
    • Onnur tilfeingisvinna
  • Framleiðsluvinnan
    • Fiskavirking
    • Onnur fiskavirking
    • Onnur matvøruvirking
    • Íðnaður
    • Byggivinna
  • Tænastuvinnan
    • Handil og umvæling
    • Gistihús og matstovuvirkir
    • Flutningur og samskifti
    • KT-tænastur og viðgerð
    • Aðrar tænastuvinnur
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri