Fíggjarstøða

Fíggjarstøðan hjá vinnuni er lýst út frá roknskaparhagtølum hjá fyritøkum í Føroyum.

Vinnan er býtt í tríggjar bólkar:

  • Tilfeingisvinnan
  • Framleiðsluvinnan
  • Tænastuvinnan

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partar av geiranum vinnufyritøkur undantikið tær almennu vinnufyritøkurnar, t.d. apoteksverkið og rúsdrekkasølan. Einstaklingsvirkir, sum eru partar av húsarhaldsgeiranum, og fíggjarfyritøkur, sum eru partar av geiranum fíggjarfyritøkur, eru ikki við í hesum hagtølum. Harumframt er virksemi hjá oljufeløgunum á føroyska landgrunninum ikki við.

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnubólkunum og ikki at gera dupulteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í rakstrarúrslitið hjá vinnufyritøkunum.

Fíggjarstøðan hjá vinnunum verður bólkað í tveir høvuðsbólkar: ogn og skuld. Av tí at fyritøkur í Føroyum brúka leistin "dupult bókhald" i roknskapinum eru ogn og skuld altíð eins stór.

Ogn verður bólkað í hesar undirbólkar:

  • Støðisogn      
    • Immateriel støðisogn
    • Materiel støðisogn
    • Fíggjarlig støðisogn
  • Ogn í umferð
    • Vørugoymsla
    • Áogn
    • Tøkur peningur

Skuld verður bólkað í hesar undirbólkar:

  • Eginogn
    • Partapeningur
    • Grunnar
    • Fluttur vinningur
  • Skuld
    • Avsetingar
    • Langfreistað skuld
    • Stuttfreistað skuld

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri