Uttanlandshandil við tænastum

Tænastujavnin er munurin ímillum virði á inn- og útfluttum tænastum.

Tá vit innflyta fyri størri virði enn vit útflyta, er hall á tænastujavnanum. Er útflutningurin størri, so er avlop á tænastusjavnanum.

Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða BPM5-leistinum hjá IMF. BPM5-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av tænastum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroysk viðurskifti. 

Hugtøk:

  • Inn- og útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board)
  • BPM5-leisturin er 5. útgáva av Balance of Payments Manual
  • IMF er International Monetary Fund

Sí eisini síðurnar um Gjaldsjavnan, Uttanlandshandil við vørum, umframt Innflutning av vørum og Útflutning av vørum.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri