-Innflutningur av vørum

Innflutningurin fevnir um allar vørur, ið verða innfluttar til Føroyar. Hesi hagtøl fevna einans um vørur, ikki tænastur.

Hugtøk:

  • Innflutningurin verður flokkaður eftir upprunalandi, umframt tveimum altjóða leistum:
    • BEC (Broad Economic Categories), sum er altjóða flokking av vørum eftir tí endaligu nýtslu, sum vøran vanliga fer til. Hesi tøl vísa tí innflutningin eftir tí nýtsluslagi, hann fer til í Føroyum.
    • SITC (Standard International Trade Classification), sum er tá vørurnar verða flokkaðar í høvuðsheitum eftir upprunatilfari og framleiðslustigi. Framleiðslustig kann t.d. vera rávøra, hálvvirkað vøra og liðug vøra.
  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight)
  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board).

Sí eisini  Gjaldsjavni, Uttanlandshandil við vørum, Útflutning av vørum og Uttanlandshandil við tænastum.

Atlit mugu tó takast til, at nýggjastu tølini kunnu broytast, tá dagført verður.

Rotate phone
Vend telefonini,
so síggjast grafarnir betri
Viðm.: BEC: Flokking eftir nýstluslagi
Viðm.: BEC: Flokking eftir nýstluslagi
Viðm.: SITC: Flokking í høvuðsheitum eftir upprunatilfari og framleiðslustigi