-Útflutningur av vørum

Útflutningurin fevnir um allar vørur, ið verða útfluttar úr Føroyum. Hesi hagtøl fevna einans um vørur.

Hugtøk:

  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board).
  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight).

Útflutningur verður flokkaður eftir nýtslulandi, umframt einari flokking, sum gjørd er á Hagstovuni. Henda flokking er ikki eftir altjóða fyrimynd, men ein serlig flokking til føroyska útflutningin, sum flokkar vørurnar alt eftir hvat fiskaslag og hvat slag av framleiðslu, talan er um.

Umframt virðið á útflutninginum, er útflutningurin eisini gjørdur upp í tonsum, við tað at talan mestsum altíð er um fiskavørur.

Sí eisini síðurnar um Gjaldsjavnan, Uttanlandshandil við vørum, Innflutningur av vørum og Uttanlandshandil við tænastum.

Atlit mugu tó takast til, at nýggjastu tølini kunnu broytast, tá dagført verður.

 

Rotate phone
Vend telefonini,
so síggjast grafarnir betri