Vinnugreinar

Bruttovirðisøking (BVØ) eftir vinnugrein. Bruttovirðisøkingin er samlaða bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ), tá vøruskattir (netto) eru drignir frá.

Hugtøk:

  • Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. BTÚ sigur okkum, hvat samlaða framleiðsluvirðið er, tá nýtslan í framleiðsluni er drigin frá.
  • Vinnugreinar bólka framleiðsluvirksemi eftir av sama slagi.
  • Í ársins prísum er tað sama sum í nominellum prísum, sum  er tá allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum er við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.

Sí eisini BTÚ og Geirar.

Vinnugreinabýti:

Vinnugreinar bólka virðisøking eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Tilfeingisvinnur: Fevnir um: Fiskiveiðu, Aling og aðra tilfeingisvinnu.

Framleiðslu- og byggivinna: Fevnir um:  Matvøru- og njótingarevnaídnaður, Annan ídnað, Orku- og vatnveiting og Byggivinnu

Tænastuvinnur: Fevnir um: Smá- og heilsøla, gisting og matstovuvinna, Flutnings- og goymsluvinna, Kunning og samskifti, Banka- og tryggingarvirksemi, Fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleiga, Almenn fyrisiting o.a., Undirvísing, Heilsuverk og sosialar fyriskipanir og Aðrar tænastur

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir