Gjaldsjavni

Gjaldsjavnin er ein uppgerð av samlaðu flytingunum ímillum Føroyar og umheimin í eitt ávíst tíðarskeið. Eitt nú lýsir gjaldsjavnin samlaða handilin, Føroyar hava við umheimin, umframt hvat vit eiga og skylda uttanlands.

Rakstarviðskifti gjaldsjavnans vera eisini nevndir teir leypandi postarnir á gjaldsjavnanum. Flytingarnar, sum tilsamans eru rakstrarviðskifti gjaldsjavnans, eru bólkaðar soleiðis:

  • Vøruhandil er inn- og útflutningur av vørum.
  • Tænastuhandil er inn- og útflutningur av tænastum
  • Inntøkuflytingar eru ein samandráttur av lønarflytingum og íløgu- og fíggjarvirksemi.
    • Lønarflytingar eru keyp og søla av arbeiðsmegi millum Føroyar og umheimin. Lønarinntøkan stavar frá útlendskum arbeiðsgevarum, herundir m.a. DIS, NIS, útlendsk fiskiskip og frálandavinnu (Supplyskip o.a) umframt arbeiði uppiá landi t.d. handverkarar. Lønarútreiðsla eru lønir goldnar til útlendingar frá føroyskum arbeiðsgevarum.
    • Íløgu- og fíggjarvirksemi verður eisini rópt ognarinntøka. Hetta er ein uppgerð av inntøkum og útreiðslum av fíggjarogn. Fíggjarognir verða bólkaðar í beinleiðis íløgur, virðisbrøv, innlán og útlán. Úrslitið nevnist avkast.
  • Rakstrarflytingar eru veitingar til og úr útlondum, har onki beinleiðis arbeiði ella annað avrik er knýtt at flytingini. Dømi um tílíkar flytingar eru ríkisveitingar, eftirlønir og endurtryggingargjøld.

Leggja vit kapitalflytingarnar afturat rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans, fáa vit fíggjakravið. Kapitalflytingar broyta ogn og skuld hjá føroyingum uttanlands.

Sí eisini síðurnar  Uttanlandshandil við vørum, Uttanlandshandil við tænastum, umframt Innflutning av vørum og Útflutning av vørum.

Ogn og skuld

Ogn og skuld er ein uppgerð av tí, føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Broytingar í nettoognini frá einum ári til annað samsvara við fíggjarkravið. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld eru:

  • Beinleiðis íløgur, har einstakur íleggjari eigur meira enn 10% av partapeninginum.
  • Partabrøv, íløguprógv og líknandi, ið føroyingar eiga uttanlands og útlendingar eiga í Føroyum.
  • Lánsbrøv, ið føroyingar eiga uttanlands og útlendingar eiga í Føroyum.
  • Vøru- og tænastukredittir, ið lýsa hvat føroyingar skylda til útlandið og hvat føroyingar eiga til góðar í útlondum, í samband við inn- og útlflutningi av vørum og tænastum.
  • Innlán er uppsparing hjá føroyingum uttanlands ella uppsparing hjá útlendingum í Føroyum. Her kann eisini vera talan um veiting av trygd (garanti við keypi vørum o.a.)
  • Útlán er uppgerð av øllum slagi av lánum til føroyingar úr útlondum (íroknað kredittfeløgum) til privat og vinnulig endamál. Tað sama ger seg galdandi hjá føroyskum fíggjarstovnum, sum veita lán til umheimin.
  • Virðisbroytingar, feilir og ótalt.

Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða BPM5-leistinum hjá IMF. BPM5-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti, ið er serliga viðkomandi fyri føroysk viðurskifti.  BPM5-leisturin er 5. útgáva av Balance of Payments Manual og IMF er International Monetary Fund.

Sí eisini Geirar.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri