Geirar

Bruttovirðisøking (BVØ) eftir geira. Bruttovirðisøkingin er samlaða bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ), tá vøruskattir (netto) eru drignir frá.

Hugtøk:

  • Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. BTÚ sigur okkum, hvat samlaða framleiðsluvirðið er, tá nýtslan í framleiðsluni er drigin frá. Sí eisini BTÚ.
  • Í ársins prísum er tað sama sum í nominellum prísum, sum  er tá allur prísvøksturin í tíðarskeiðnum er við. Prísvøkstur verður eisini róptur inflasjón.

Geirabýti:

Í einum uppbýti eftir geira er bólkiningin treytað av slagi av ognarskapi (alment ella privat), hvørt talan er um framleiðslan fer fram sambært marknaðartreytum ella ikki, og um endamálið er við vinningi fyri eyga ella ikki. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða ESA 2010-leistinum.

Búskaparligu geirarnir er ein bólking av øllum stovnsligum eindum í búskapinum. Eindirnar verða bólkaðar í mun til hvønn búskaparligan atburð tær verða mettar at hava. Tá metast skal um hvønn geira eindin hoyrir til, verður hugt at um eindin er brúkari ella framleiðari í búskapinum, hvussu ognarviðurskiftini eru, hvat slag av tænastu ella vøru eindin framleiðir, marknaðartreytir, ið eindin hevur at virka undir, og hvat endamálið við framleiðsluni, t.d. um tað er til egið brúk, vinnuligt ella ikki-vinnuligt brúk.

Teir fimm geirarnir eru:

  1. Vinnufyritøkur (S11): Allar eindir, sum ikki veita fíggjarligar tænastur og vørur og virka undir marknaðartreytunum.
  2. Fíggjarfyritøkur (S12): Allar eindir, ið veita fíggjarligar tænastur og vørur og virka undir marknaðartreytum.
  3. Almenn fyrisiting og tænasta (S13): Eindir, ið ikki virka undir marknaðartreytum og eru undir almennum ræði.
  4. Húsarhald (S14): Húsarhaldini kunnu bæði vera framleiðarar og brúkarar. Brúkararnir eru aloftast løntakarar, móttakarar av veitingum o.a. Sjálvstøðug vinnurekandi verða bólkað sum húsarhald, um so er at fyritøkan ikki er ein fíggjarlig eind í sjálvum sær. Øll framleiðsla, sum er til egið brúk, er eisini partur av hesum geira.
  5. Feløg (S15): Eindir, ið ikki virka eftir marknaðartreytum og ikki eru undir almennum ræði. T.d. ítróttafeløg.

Tað er vanligt, at geirarnir húsarhald og feløg verða bólkaðir saman. (S14+S15)

Hesir geirar tilsamans mynda føroyska heildarbúskapin (S1). Allar eindir, ið ikki eru skrásettar í Føroyum verða bólkaðar sum umheimurin, ið er ein sætti geiri fyri seg (S2).

geirar

Tá tosað verður um "Tað almenna", er talan um tríggjar ymiskar geirar og undirgeirar tilsamans:

  1. Geirin Almenn fyritsiting og tænasta
  2. Undirgeirin: Almennar vinnufyritøkur. Hesin bólkur fevnir um almenn partafeløg, so sum Atlantsflog, Føroya Tele, umframt almennar lands- og kommunufyritøkur, so sum Rúsuna og Apoteksverkið.
  3. Undirgeirin: Almenn fíggjarfeløg, so sum Realurin.
Rotate phone
Vend telefonini,
so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Ársins prísir
Viðm.: Ársins prísir